2025-06-08 09:42

Í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum í Hoyvík, har tveir bilar rendu saman.
Talan var um ein frontalan samanstoyt, sum hendi, tá annar bilurin kom yvir í vegbreytina hjá hinum. Hví tað hendi, veit løgreglan ikki, men tað verður kannað.
Sum skilst hevði óhappið ikki við sær álvarsligan skaða, men onkur varð sendur á sjúkrahúsið til kanningar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald