2019-02-14 16:22
Nógvur útrykningur hevur verið í Kollafirði seinnapartin, og stórur ferðsluproppur er har í løtuni.
Av staðnum frætta vit, at eitt ferðsluóhapp er hent við Kjalnes í Kollafirði.
Hetta hevur elvt til stóran ferðslupropp í háferðslutíðini. Sum skilst royna fólk at koyra gjøgnum bygdina, og hetta gevur eisini proppar har.
Vit hava roynt at fingið upplýsingar av løgreglustøðini í Havn, men tað hevur ikki eydnast okkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald