Innanlands

Ferðsluóhapp á Signabø

Tvey fólk eru farin á Landssjúkrahúsið til kanningar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-27 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun, beint eftir klokkan hálvgum sjey, varð boðað frá einum ferðsluóhappi á Signabø, har ein bilur var farin út av vegnum.

Løgregla og sjúkrabilur vórðu send á staðið, og tvey fólk vórðu koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at bilurin er illa farin og leggur afturat, at tað er enn ikki greitt, hví óhappið hendi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder