2019-03-23 00:02
Klokkan 23.10 í kvøld fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið á Sundi.
Talan var um ein bil, sum hevði rent á ein containara, sum var endaður á vegnum.
Sum nú er sær ikki út til, at nakar fólkaskaði er, men bilurin er tó illa farin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Løgreglan er á staðnum, og boð eru send eftir sløkkiliðnum og sjúkrabili, men meira veit løgreglan ikki at siga í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald