2018-12-20 07:01
Ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri pínu í rygginum eftir eitt ferðsluóhapp, sum hendi á Velbastaðvegnum í Havn beint eftir klokkan eitt í nátt.
Ein bilur, sum kom koyrandi heim móti býnum, støðgaði upp, tá komið varð móti vegamótinum við Ringvegin. Men helst hevur bilurin, sum koyrdi aftanfyri, ikki hildið neyðugu frástøðuna. Bilurin rendi upp í bilin frammanfyri, og materiellu skaðarnir av samanstoytinum vóru nokk so umfatandi, sigur vakthavandi á politistøðini.
Eitt ferðafólk í øðrum bilinum gramdi seg um pínu í rygginum, og varð flutt á landssjúkrahúsið til kanningar. Vakthavandi veit í morgun ikki at siga, um talan er um álvarsligan skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald