Innanlands

Ferðsluóhapp í Æðuvík: Ein persónur fluttur á Landssjúkrahúsið

Ein bilur fór útav seinnapartin, og sambært løgregluni var stórur materiellur skaði. Málið verður enn kannað.

2020-01-06 18:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin millum klokkan tvey og hálvgum trý fekk løgreglan fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið í Æðuvík.

Talan var um ein bil, sum var farin útav vegnum.

Ein persónur var í bilinum, og viðkomandi varð fluttur á landssjúkrahúsið til kanningar. Bilurin fekk eisini nógvan skaða, verður sagt av politistøðini.

Vakthavandi sigur, at málið enn verður kannað, og at tey enn ikki kenna orsøkina til óhappið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder