2018-12-18 11:15
Løgreglan boðar frá, at eitt ferðsluóhapp hendi í gjárkvøldið umleið klokkan 18.20. Talan er um eitt sokallað soloóhapp, tá førarin var einsamallur í bilinum.
Vakthavandi á politistøðini sigur frá, at ongin kom illa fyri av óhappnum. Maðurin, sum koyrdi bilin, hevði koyrt útav vegnum tú sýnið var ringt. Maðurin varð kannaður, men onki var hent honum.
Óhappið hendi á vegnum millum Skipanes og Skálabotn.
Løgreglan sigur, at meira ikki verður gjørt við málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald