Innanlands

Ferðsluóhapp í Havn

Ein bilur helt ikki víkiskylduna og rendi tí á annan bil

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-02-03 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 20.15 í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið við Marknagilsvegin í Havn.

Ein bilur helt ikki víkiskylduna og rendi tí á annan bil. 

Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum, men at bilarnir fingu eitt sindur av skaða.

Bilførarin, sum ikki helt víkiskylduna er nú í vanda fyri at missa koyrikortið. Vanligt er, at bilførarin fær treytaða frádøming av koyrikortininum í slíkum støðum. Hetta merkir, at viðkomandi má taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir fyri ikki at missa tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder