Seint fyrrpartin í gjár, hósdagin, varð boðað frá ferðsluóhappið í Hvalba.
Talan var um ein bilførara, ið ikki helt sína víkiskyldu, tá hann skuldu koyra út á Hvalbaveg.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini staðfestir í morgun, at eingin stórur skaði var - eingin fólkaskaði og lítil materiellur skaði.
Hann sigur eisini, at hálka møguliga hevði ein leiklut í ferðsluóhappinum í Hvalba, hóast báðir bilar vóru væl skøddir.
Stuldur - ikki innbrot
Í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði tikið brennivín úr einum hjalli í Havnini.
Tað gekk ikki long tíð, til løgreglan hevði funnið fram til, hvør hevði tikið tað.
Viðkomandi verður skuldsettur fyri stuldur - ikki innbrot. Hetta kemst av tí, at hjallurin stóð opin, staðfestir vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald