Innanlands

Ferðsluóhapp í Hvalbiartunlinum

Hvørki fólk ella bilar fingu stóran skaða

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-30 10:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 14.30 í gjár fekk løgreglan boð um, at eitt lítið ferðsluóhapp hevði verið í Hvalbiartunlinum.

Ein bilur, sum var á veg norðureftir, og ein bilur, sum var á veg suðureftir, stoyttu saman mitt í tunlinum.

Orsøkin til óhappið var, at eini bilurin ikki helt víkiskylduna.

Sambært løgregluni var eingin fólkaskaði, og bilarnir fingu heldur ikki stóran skaða, og teir koyrdu sjálvir av staðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder