2019-02-08 08:31
Eitt ferðsluóhapp hendi í Kollafirði í morgun, har ein bilur rendi á ein garð.
Biurin koyrdi eftir høvuðsvegnum og rendi inn í garðin beint áðrenn har man vendir inn til Signabø.
- Vit vita ikki heilt hví óhappið hendi, men roknast kann við at hálka hevur spælt inn. Tað er sera hált í morgun, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Óhappið darvaði ikki ferðsluni tað stóra, hóast bilurin mátti takast upp. Løgreglan leiddi ferðsluna runt um óhappið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald