Innanlands

Ferðsluóhapp: Tvey fólk flutt á sjúkrahúsið

Eingin álvarsligur fólkaskaði var, sigur løgreglan

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-16 01:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan tjúgu minuttir yvir níggju týskvøldið fekk løgreglan boð um, at ein bilur hevði rent á annan bil norðanfyri Kollafjarðartunnilin.

Sambært løgregluni var talan um ein bil, sum rendi á ein hýruvogn, sum stóð stillur. Hví bilurin rendi á veit løgreglan ikki at siga.

Tvey fólk, bilførarin, sum rendi á, og eitt ferðafólk, sum sat í hýruvogninum, vórðu flutt á sjúkrahúsið til kanningar, men sambært løgregluni hevði eingin teirra fingið álvarsligan skaða.

Hýruvognurin fekk ikki nógvan skaða, men tað gjørdi bilurin, sum rendi á.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder