Eitt ferðsluóhapp hendi fyri løtu síðani beint uttanfyri Havnina. Tað er beint við omankoyringina til Eysturoyartunnilin at eitthvørt er hent.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at sum hann hevur skilt tað er ein bilur farin útav vegnum. Hann sigur at tað ljóðaði at tvey ella trý fólk vóru í bilinum, so hann bant um heilan fingur og sendi boð eftir tveimum sjúkrabilum.
Vakthavandi ger tó vart við at hetta var fyri at tryggja sær at skikkaði fólk vóru at meta um álvaran, og ikki tí at tað endiliga er hent nakað álvarsligt. Tað er eisini ferðslutungt á hasum vegastrekkinum hesa tíðina, og tí er hent um tann eini sjúkrabilurin kann forða ferðsluni, so at hin far arbeiðsfrið.
Ferðsluóhappið hevur ført við sær langa bilrøð báðar vegir. Sjúkrabilur er eisini farin av staðnum aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald