Innanlands

Ferðsluteljingar við upptøkutólum við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur

Hesar byrja í morgin, og hildið verður fram við ferðsluteljingunum við rundkoyringina á Hálsi. Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund

2023-01-04 18:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frá í morgin, hósdegnum 5. janauar fer Tórshavnar kommuna at gera ferðsluteljingar við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur. Hildið verður eisini fram við ferðsluteljingunum við rundkoyringina á Hálsi.

Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.

Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar.

Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder