
Foreldraráðið fyri Eysturskúlan, og foreldur at næmingum á Eysturskúlanum, vendu sær herfyri til Tórshavnar Kommunu, tí tey mettu ikki ferðslutrygdina á staðnum nóg góða.
Heitt varð á kommununa um at finna eina haldgóða loysn, so ferðslutrygdin kundi betrast. Somuleiðis hava íbúgvar í grannalagnum heitt á kommununa, um fáa betri skil á parkeringina við vøllin.
Umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu hevur gjørt eitt endaligt uppskot og kostnaðarmeting av at ferðslutryggja vegirnar við Eysturskúlan. Uppskotið hjá Kommununi fevnir eisini um at fáa til vega 9 p-pláss afturat til Eysturvøll, so parkeringsviðurskiftini í økinum kunnu skipast betri.
Fíggjartørvurin er mettur til 1,8 milliónir krónur, og arbeiðið er klárt at bjóða út. Málið bleiv endaliga viðtikið á býráðsfundinum í gjárkvøldið 30. september.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald