2019-04-20 21:32
Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum verður í døgunum 22. til 28. apríl, verður fernisering 2. páskadag í ORKIS á Glyvravegur 17. Dyrnar lata upp klokkan 16.
Tað er Edith Mørkøre, ið sýnir fram grafikkprent, tekningar og akrylmálningar í hugnaliga og blomstrandi umhvørvinum.
Til ferniseringina verður eisini okkurt gott til góman.
Framsýningin er opin soleiðis:
Mánadagin: 16.00 - 17.30
Týsdagin: 10.00 - 17.30
Mikudagin: 10.00 - 17.30
Hósdagin: 10.00 - 17.30
Fríggjadagin: 10.00 - 24.00
Leygardagin: 10.00 - 20.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald