2019-07-20 17:21
Ólavsøkukonsertin er blivin til Tórsfest, og tað er á Vaglinum í dag.
Fleiri stór nøvn eru á plakatini í ár. Millum annað L.O.C, Martin Jensen, Dee Sneider og Suspekt.
Spælilandið lat longu upp klokkan 16, og í løtuni er ymiskt undirhald fyri børn. Saint Kodiak fer á pallin klokkan 18 og Hjalmer Larsen klokkan 19.
Twisted Sister forsangarin Dee Sneider spælir klokkan 20, Suspekt klokkan 22 og L.O.C á midnátt. Endað verður við einum braki klokkan 2 við plátuvendaranum Martin Jensen.
Veðrið er nøkulunda. Hann sigur eitt sindur av regni nú, men turt seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald