Tað er greitt, at ætlanin hjá Sunda kommunu í Saksun fyribils ikki verður til nakað. Eftir at hava fingið mótmælisskriv frá íbúgvunum í Saksun, boðaði Heðin Zachariasen fyrradagin frá, at hann ætlanin helst steðgar.
- Eg havi ongar ætlanir um at trýsta eina ætlan ígjøgnum, um fólk í bygdini ikki ynskja hana, segði borgarstjórin millum annað við Portalin í mánadagin.
Les eisini: Borgarstjórin steðgar ætlanini - men undrast á framferð
Men Sunda kommuna hevur keypt lendið, sum skuldi brúkast. Og mánadagin skrivaði ein av festarunum, sum hevði selt lendið til kommununa, á Facebook, at hann ikki fær eina krónu aftur í endugjaldi, hóast hann hevur velt og sátt á staðnum.
Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, sum hevur umsitir sølu av landsjørð, greiðir Portalinum frá, at talan var um ein vanligan handil av jørð.
- Prísurin fyri lendi var ein fastur takstur, sum er lýstur í kunngerð um umsiting av landsjørð, greiddi Tróndur G. Leivsson frá. Men peningurin verður ikki umsitin av Búnaðarstovuni.
- Hann kemur bara her inn at venda, áðrenn hann fer á festikonto, sum verður umsitin av búnaðargrunninum, greiðir Tróndur G. Leivsson.
Bøndir fáa endurgjald til sama virksemi
Festarar hava ikki atgongd til festikonto fyri sína jørð. Um landsjørð verður seld, fær festarin tí heldur onki burturúr søluni. Men Regin I. Jakobsen, sum er stjóri á Búnaðargrunninum sigur, at til ber at fáa endurgjald, um tú hevur havt virksemi á landsjørð, sum verður seld.
- Tú kanst fáa upp til 100 prosent endurgjald fyri sølu av veltari jørð, um tú ætlar tær at velta eina aðra staðni á festinum, greiðir Regin I. Jakobsen frá. Hann sigur, at til ber ikki at fáa endurgjald, um tú ikki ætlar at flyta virksemið, sum steðgar í sambandi við sølu av jørð, tí talan er um landsjørð.
- Men tað er ein sannleiki við modifikatiónum, at til ikki ber at fáa endurgjald. Tú fært onki endurgjald, um tú ikki ætlar at halda fram við virkseminum aðra staðni, sigur stjórin á Búnaðarstovuni, sum umsitur festikonturnar, har pengarnir fyri sølu av landsjørð fara á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald