
Búskaparráðið: Eldraøkið var flutt til kommunurnar í 2015. Samstundis sum økið varð lagt út til kommunurnar, var skatturin frá eftirlønarinngjøldunum flutt til kommunurnar, til at fíggja eldraøkið (saman við endurgjald fyri DIS og FAS).
Inntøkurnar frá eftirlønarinngjøldum eru vaksnar yvir 120% síðan 2015. Sama tíðarskeið er talið á 80+ ára gomlum vaksið nærum 30%. Orsøkirnar til, at inntøkurnar eru vaksnar nógv, eru millum annað at samlaða starvsfólkatalið í Føroyum er vaksið, at stórar lønarhækkingar hava verið og at eftirlønarprosentið er vaksið 1 prosentstig um árið.
Frameftir verður gongdin øvugt. Sambært fólkatalsframrokningini væntast talið á fólki í arbeiðsførum aldri at standa í stað komandi 10 árini meðan talið á 80+ára gomlum fer at vaksa umleið 4% um árið sama tíðarskeið.
Um útreiðslurnar til eldraøkið vaksa við talinum á 80+ ára gomlum, fara tær at vaksa skjótari, enn inntøkurnar av eftirlønarinngjøldunum og tá fara kommunurnar í størri mun at merkja, at tað fer at sansa at. Í dag brúka kommunurnar umleið 100 mió. kr. av øðrum inntøkum at fíggja eldraøkið.
Myndin niðanfyri vísir inntøkurnar í 2024 frá kommunuskatti, felagsskatti, flyting vegna DIS, FAS og frádráttir (reyðu stabbarnir) og skatting av eftirlønarinngjøldum (gráu stabbarnir) hjá kommunum í ymsu eldrasamstørvunum, býtt við talið á borgarum omanfyri 80 ár í økinum. Myndin vísir, at inntøkurnar fyri hvønn íbúgva, sum er 80 ár og eldri, eru lægst í Suðuroy, Sandoy og Veks, meðan inntøkurnar eru hægst í Nánd. Hetta bendir á, at kommunurnar hava ymsar fortreytir at reka eldraøkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald