Innanlands

Fíggjarliga sperd húski fáa nú hjálp

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur í dag latið løgtinginum uppskot um hjálparpakka fyri fíggjarliga sperd húski

Sirið Stenberg, landsstýrkvinna í almannamálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sirið Stenberg, landsstýrkvinna í almannamálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-02-28 21:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Livikostnaðurin rýkur upp í løtuni, og tá er neyðugt hjá politisku skipanini at traðka í karakter og hjálpa teimum, ið trongja mest. Tí hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, í dag latið Løgtinginum uppskot um hjálparpakka fyri fíggjarliga sperd húski.

Hesum boðar Tjóðveldi frá í kvøld.

Hjálparpakkin skal hjálpa barnafamiljum, pensjónistum og øðrum, ið merkja prísvøksturin serliga væl. 

Hjálparpakkin inniheldur í høvuðsheitum:

– Eitt hjálparískoyti til fíggjarliga sperd húski á 12.000 krónur

– Familjuískoytið verður víðkað og upphæddin hækkar restina av árinum 

– Treytin um oljufýr, fyri at fáa stuðul, verður strikað

– Barnauppsparingar fara ikki at forða foreldrum at fáa lut í hjálparpakkanum

- Nógv sita ótrúliga hart í tí, og vit vóna at hetta kann hjálpa og lætta um. Vit lovaðu áðrenn valið, at gera okkara ítarsta fyri at loysa gerandisdagin, og hetta er partur av loysnini, skrivar Tjóðveldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder