Innanlands

Fíggjarlógin einmælt samtykt

Eitt samt løgting samtykti endaliga fyri løtu síðani løgtingsfíggjarlógina fyri 2019

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-19 22:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

33 tinglimir atkvøddu fyri fíggjarlógini 2019 við triðju viðgerð, og fíggjarlógin er sostatt endaliga samtykt við mest møguligum atkvøðum fyri.

Andstøðan hevði 21 broytingaruppskot, men hesi fullu øll.

Løgtingsformaðurin niðurlegði fundin í eitt korter, og tá verður farið í holt við uppskot um misálitisváttan á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu.

22:45: Korterið hjá løgtingsformanninum er farið, og enn røkist einki fyri at tingfundurin fer at byrja hvørja løtu. Helst gongur ein hálvur tími afturat.

Vit leggja dagføring á forsíðuna, tá røringur kemur í aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder