2025-12-18 07:39
Løgtingsfundur verður klokkan 10 í dag – helst tann seinasti í hesum kalendaraárinum.
Einans eitt mál er á skránni, og tað er triðja og endaliga viðgerðin av løgtingsfíggjarlógini fyri 2026.
Roknað verður við, at onkur broytingaruppskot verða løgd fram á fundinum í dag.
Upprunauppskotið við broytingaruppskotunum hjá meirilutanum í fíggjarnevndini, var undir aðru viðgerð týsdagin samtykt við 16 atkvøðum hjá samgonguni fyri og 12 atkvøðum hjá andstøðuni ímóti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald