Eftir ein langan tingfund í gjár, har tað serliga var orðaskiftið um Suðuroyartunnilin, sum varð drúgt, skulu tingfólk aftur rokna við einum drúgvum tingfundi í dag.
Tingið verður sett klokkan 10, og einans tvey mál eru á skránni umframt framløga.
Fyrst á skránni er endaliga avgreiðingin – 3. viðgerðin – av málinum um at umvæla umsitingarbygningin hjá Løgringinum, fyrrverandi telefonstøðina.
Síðan verður onnur viðgerð av fíggjarløgtingslógini fyri 2026.
Fíggjarnevndin hevur arbeitt við fíggjarlógini síðan hon var til fyrstu viðgerð fyrst í desember. Eftir langa bíðitíð, varð álitið lagt fram á tingfundi seint leygarkvøldið. Harvið gjørdist tað møguligt at seta fíggjarlógina á skránna til aðru viðgerð í dag, týsdag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald