Innanlands

Fíggjarlógin verður avgreidd í dag

Náddu at avgreiða fíggjarlógina beint fyri midnátt, men tingið gav frávik til at avgreiða málið longu í dag

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-19 07:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beint fyri midnátt í gjárkvøldið varð fíggjarlógin hjá samgonguni samtykt eftir at hava verið til aðru viðgerð í út móti 11 tímar.

Tingið atkvøddi um hvørja einstaka broyting hjá fíggjarnevndarmeirilutanum sær, sum allar vórðu samtyktar við ymsum úrslitum.

Tá samlaðu broytingarnar til upprunauppskotið hjá landsstýrinum, vórðu tær samtyktar við 28 atkvøðum fyri og 5 ímóti.

Fíggjarlógin kemur til triðju og endaligu viðgerð í Løgtinginum longu á tingfundinum í dag. Tí eftir at fíggjarlógin varð samtykt, atkvøddi ein stórur meiriluti á tingi, 32-1, at geva frávik í tíðarfreistini í eini røð av tingmálum, so at tey kunnu koma við viðgerðar í dag.

13 mál eru á dagsskránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 10 í dag. Triðja viðgerð av fíggjarlógini er síðsta mál á skránni. Møguliga verða fleiri tingfundir hildnir í dag, so at fleiri mál kunnu endaliga avgreiðast.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder