Innanlands

Fíggjarnevndin skal játta kupil til eftirlitsradaran

Fíggjarmálaráðið biður um játtan umvegis fíggjarnevndarskjal. – Í verandi trygdarpolitisku støðu hevði seinking verið sera óheppin, vísir landsstýriskvinnan á

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2026-03-04 13:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast seinasti fundur í løgtinginum var í gjár, so er fíggjarnevnd Løgtingsins aftur til arbeiðis í dag.

Orsøkin er, at Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, hevur sent nevndini eitt sokallað fíggjarnevndarskjal við ynski um at fáa eina játtan, sum ikki kann bíðað til nýtt løgting er komið saman aftur.

Talan er um at fáa 4 milliónir krónur játtaðar til at byggja nýggjan kupil á Sornfelli til nýggjan lofteftirlitsradar hjá donsku verjuni.

Í januar skrivaðu Landsverk og Forsvarets Etablissiment- og terrænkomandu undir leigu- og samstarvssáttmála í sambandi við nýggja radaran.

Nýggjur kupil má setast upp í summar

Sáttmálin fær gildi 1. apríl, um ásettar treytir eru loknar. Eitt endamál við treytunum er at tryggja, at sivili lofteftirlitsradarin hjá Naviair, sum stendur í C-kuplinum, kann halda fram at virka inntil, at nýggjur radari til Naviair er settur upp í D-kupilinum.

D-kupilin er í vánaligum standi. Landsverk hevur mett, at kupilin eigur at verða skiftur út, og hevur tí fyrireikað íløgu í nýggjan kupil, sum skal verða leigaður til donsku verjuna, men sum Naviair skal brúka til og við 2028. Eftir ætlan verður radari hjá Naviair settur upp á øðrum staði í landinum. Landið ber ikki kostnaðin av tí.

Landsverk hevur upplýst, at tilboð upp á nýggjan D-kupil eru innkomin, og at um tikið verður av einum av tilboðunum tíðliga í mars, ber til at fara undir at seta nýggjan kupil upp í summar.

Verður ikki tikið av einum av tilboðunum innan 1-2 vikur, er ósannlíkt, at nýggjur kupil kann verða settur upp í 2026. Umstøðurnar á Sornfelli gera, at har er at kalla bara møguligt at arbeiða í summarhálvuni. Kann nýggjur kupil til radaran hjá Naviair ikki verða settur upp í 2026, verður nýggi lofteftirlitsradarin hjá verjuni sannlíkt seinkaður við minst einum ári, stendur at lesa í fíggjarnevndarskjalinum.

Ein seinking hevði verið óheppin

Í verandi trygdarpolitisku støðu hevði seinkingin verið serliga óheppin. Bæði í mun til samstarvið við donsku verjuna og í størri NATO-høpi. Tørvurin á lofteftirliti í sonevnda GIFUK-gapinum er eyðsýndur (GIFUK er økið millum Grønland og Bretland). Lond, sum vísa økinum ans, spyrja regluliga, tá ið høvi býðst, um gongdina í málinum um at seta upp nýggjan radara á Sornfelli.

Síðani landsstýrið og danska stjórnin í juni 2022 skrivaðu undir semju um fyritreytir fyri at seta upp nýggjan lofteftirlitsradara til verjuna, hevur tað verið støðan hjá landsstýrinum, at skundast skal undir at fáa gjørt neyðugar fyrireikingar og sett nýggjan radara upp. Tað er fyri m.a. í verki at vísa føroyskan vilja til at luttaka í og virka við til, at neyðug trygdarpolitisk átøk verða sett í verk um okkara leiðir.

Nú málið um nýggjan D-kupil hevur bráðskund og er ein fyritreyt fyri, at tíðarætlanin fyri nýggja radaran kann halda, verður umbøn um eykajáttan send Fíggjarnevndina.

Talan er í fyrstu atløgu um eina útreiðsluneutrala íløgu. Umframt uttanríkis- og trygdarpolitisku atlitini, sum eru tengd at málinum og tala greitt fyri, hví tað hevur skund, so stendur landið til at missa inntøkur bæði frá donsku verjuni og frá Naviair, um ikki ber á mál við ætlanini um at seta upp nýggjan D-kupil á sumri 2026, skrivar landsstýriskvinnan.

Mælt verður til, at tær 4 milliónirnar verða tiknar av løgujáttanini ‘nýggir landsvegir’ til brúnna um Streymin, ið ikki fær tørv á allari játtanini í ár, verður sagt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder