Uttanlands

Filipsoyggjar: Fyrrverandi forsetin handtikin

Altjóða Revsidómstólurin ICC sendi út altjóða handtøkuboð í gjár

Rodrigo Duterte (Mynd: EPA)

Rodrigo Duterte (Mynd: EPA)

2025-03-11 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi forsetin í Filipsoyggjum, Rodrigo Duterte, er handtikin í floghavnini í høvuðsstaðnum, Manila.

Tað upplýsir skrivstovan hjá núverandi forseta, Ferdinand Marcos, á Facebook vanga sínum

Handtøkan kemur eftir, eftir at Altjóða Revsidómstólurin ICC, hevur sent eini handtøkuboð út eftir Duterte, sum var forseti í landinum frá 2016 gil 2022.

ICC hevur kannað stríðið hjá Duterte móti ólógligum rúsevnum í landinum meðan hann var forseti. Sambært stjórnini vórðu yvir 6.000 fólk dripin hetta tíðarskeiðið. Mannarættindafelagsskapurin heldur tó, at talið er nógv størri.

Duterte hevur til í eina tíð verið staddur í Hongkong. Í gjár segði hann, at hann fór at góðtaka eina handtøku, um eini altjóða handtøkuboð vórðu lýst fyri móti honum, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder