2021-04-12 11:03
Upptøkurnar til filmskrimirøðina Trom eru í hæddini, og í dag er ætlanin at taka upp eina av týdningarmiklu scenunum í søguni.
Nevniliga upptøkurnar til eitt grindadráp í Sandagerði.
Løgreglan boðar í dag frá, at tað verða gjørdar upptøkur av “hendingum, sum líkjast grindadrápi”, og tí verða óviðkomandi bátar bidnir um at halda seg burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald