Nýggi filmurin hjá amerikanska meistaranum, Paul Thomas Anderson, sum í 2008 gjørdi ”There Will Be Blood”, ber stuttliga heitið ”Licorice Pizza”, og hetta verður mikudagsfilmurin í Filmsfelagnum 4. mai, skrivar Filmsfelagið í tíðindaskrivi.
Vit eru í Los Angeles í 1973, har skúlanæmingurin og barnasjónleikarin Gary verður vónleyst forelskaður í 25 ára gomlu Alanu.
Hóast tey finna saman í sonnum kærleika, eru nógv óvæntaði viðurskifti at taka støðu til og berjast við. Gary skal gera skúlan lidnan og blíva vaksin, meðan Alana skal venja seg við at vera ein av teim ordiliga vaksnu kvinnunum.
Avbjóðingin í hesi sprelsku og lívsfrísku coming-of-age-komediu er, um tey klára at stuðla hvørjum øðrum, tá harðast leikar á.
Í leiklutinum sum Gary síggja vit Cooper Hoffman, ið er sonur Philip Seymour Hoffman, sum arbeiddi nógv saman við leikstjóranum Paul Thomas Anderson, m.a. í ”The Master”.
Alana Haim, sum er kend úr orkestrinum Haim, er kvinnuligi høvuðsleikarin Alana.
Umframt tey bæði síggja vit eisini stjørnurnar Bradley Cooper, Sean Penn og Tom Waits.
Mikudagssýningarnar í Filmsfelagnum eru í Havnar Bio, og tær eru almennar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald