Mentan

Filmsfelagið: Ein tími í týskum

Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja týska filmin “Deutschstunde”, sum byggir á gomlu søguna hjá Siegfried Lenz frá 1968

2020-10-01 20:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bókmentunarligi klassikarin hjá Siegfried Lenz er fyrr gjørdur til sjónleik og sjónvarpsrøð, og høvundurin sjálvur hevur lisið søguna í Hessiche Rundfunk í 19 tímar í 1995. Nú er klassikarin gjørdur til biograffilm, kongenialt filmaður av Christian Schwochow (f.1978).

Søgan byrjar eftir kríggið, tá hin ungi Siggi Jepsen verður sendur á eitt heim fyri trupular ungdómar. Tá tímatalvan sigur ”týskt” skulu tey skriva um ”Gleðina í pliktini”, men ondin er ikki yvir Siggi. Hann fer at skriva um uppvøksturin og barnaárini í norðurtýska býnum Rugbüll við danska markið. Har er pápin løgreglumaður, ið heldur eitt vakið eyga við lokala listamanninum, Nansen. Hetta er heilt greitt Emil Nolde, sum nazistarnir í 1941 hava givið forboð fyri at mála, tí hann er entartet, degereraður.

[object Object]

Camera Film, sum er fastur veitari hjá Filmsfelagnum, sigur, at ”Ud over sit frapperende familiedrama byder filmen også en på én gang storslået og humoristisk beskrivelse af marsken og dens befolkning midt i krigens vanvid.”

“Deutschstunde” verður sýndur við donskum undirteksti.

Øll hava atgongd til sýningarnar hjá Filmsfelagnum, sum eru mikukvøld í Havnar Bio.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder