Nýggjársnevndin hevur gjørt film um nýggjárshaldið í Vági. Nógv verður gjørt burturúr nýggjárshaldinum, og nógv fólk kring landið vitja hvørt ár í Vági fyri at síggja stórfingna haldið. FLeiri útlendingar hava eisini vitja gjøgnum árini.
Á heysti 2017 tók Nýggjársnevndin avgerð um, at filmur skuldi gerast um nýggjárshaldið í Vági, og heitt varð á teir báðar Una Arge og Hans Petur Hansen um at standa fyri filminum, skrivar Suðurrás.
Upptøkur vórðu gjørdar í desember í fjør, og eitt heilt filmslið var til sjálvt tiltakið nýggjársaftan, tá upptøkur vórðu gjørdar bæði av faklagongu, bálinum, fýrverki o.ø.
- Endamálið við filminum er at geva eina mynd av nýggjárshaldinum í Vági, sum jú hevur eina meiri ein 50 ára langa søgu í Vági, sigur Búi Dahl, formaður í Nýggjársnevndini, og leggur afturat, at Nýggjársnevndin er sera væl nøgd við filmin.
- Filmurin er júst liðugur og nú ber til at bíleggja filmin, sum verður liðugt prentaður í januar. Filmurin kann bíleggjast á Torginum í Vági og Magnstøðini í Vági, og tá filmurin er liðugt prentaður, senda vit filmin út við posti, sigur Búi Dahl.
Filmurin, sum ber heitið "Nýggjár í Vági - ein filmur um samanhald" er umleið 45 minuttir til longdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald