Filmstevnan í Gøteborg er størsta filmsstevna í Norðurlondum, og hevur yvir 270.000 vitjandi.
Umleið 2.200 filmsfólk frá yvir 50 londum vitja sølustevnuna Nordic Film Market, ið er knýtt at filmsstevnuni.
Í ár verður eisini føroysk vitjan har.
Filmsstevnan í Gøteborg hevur í dag kunngjørt, at nýggi filmurin hjá Sakaris Stórá "Seinasta paradís á á jørð" er á sonenvdu Nordic Light skránni hjá teimum.
Filmurin fær viðmæli í skránni, sum verandi hugtakandi og hjartanemandi.
Frumsýningin verður í Bio Roy í Gøteborg 29. januar, umframt at filmurin hjá 39-ára gamla føroyska leikritahøvundanum eisini verður sýndur á Nordic Film Market dagarnir eftir.
Almennu sýningarnar á filmsstevnuni í Gøteborg eru:
Mikudag 29. januar - 17:30 - Bio Roy (Q&A)
Hósdagin 30. januar - 13:30 - Bio Roy (Q&A)
Fríggjadagin 31. januar - 20:15 Biopalatset 1
Hósdagin 1. februar - 10:00 - Biopalatset 1
Fyrstu almenna sýningingin í Føroyum verður í Havnar Bio 10. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald