Innanlands

Filmur um dagstovnar ætlaður tilflytarum til reiðar

Filmurin, sum gevur innlit í hvussu gerandisdagurin í barnagarði og vøggustovu er skipaður, er gjørdur í samstarvi millum Tórshavnar komunu og Útlendingastovuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-12-17 20:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna skrivar, at filmurin er ætlaður til tilflytarar og til dagstovnar at nýta; serliga um nýggj børn koma, ið hava útlendsk foreldur.

Á hendan hátt er møguleiki at fáa innlit í, hvussu ein dagur á einum dagstovni í Føroyum er skipaður, og um hvussu ymiskt praktisk viðurskifti hanga saman.

Í sjónbandinum verður tó eisini víst á, at dagstovnarnir í Føroyum skipa seg á ymskan hátt, og tað er umráðandi sum foreldur at spyrja seg fyri um ymisk viðurkskifti

Filmurin sæst á føroyskum her og á enskum omanfyri. Filmurin verður eisini givin út á rumenskum, Filipino, sponskum, fronskum og tailenskum,

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder