Farna vikuskiftið varð Faroe Islands International Minority Film Festivalurin (FIMFF) fyri aðru ferð á skránni. Eitt av tiltøkunum á árliga filmfestivalinum var eitt ungdómstiltak í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, har ymiskir fólkaskúlar vórðu bjóðaðir til “Ættarlið programmið” hjá FIMFF. Yvir 200 næmingar og lærarar frá framhaldsdeildum valdu at luttóka í tiltakinum, har filmur og framløgur, sum snúðu seg um minnilutar, inklusjón og fjølbroytni í samfelagnum, vóru á skánni.
Tey ungu vóru ágrýtin og hýrurin var góður í salinum. Tey vístu tiltakinum stóran áhuga, og stóðu tey ungu ein tíma eftir, at tiltakið var av og tosaðu víðari við fyrilestrahaldararnar. Alt í alt eitt væleydnað tiltak, hóast tað sjálvandi altíð er rúm fyri menning av tiltakinum, sum var fyrstu ferð á skránni í ár.
Seinasta døgnið hevur tó eitt uppslag ferðast runt á Facebook og síðani fingið rúm í føroysku miðlunum, har roynt verður at seta tiltakið í ringt ljós, eins fleiri skeivir upplýsingar verða sendir víðari sum fakta og tíðindi. FIMFF vil tí fegin koma við fylgjandi rættingum og upplýsing um umtalaða tiltakið.
Hvat var á skránni
Á skránni var dokumentarfilmurin KIKI, sum snýr seg um ungdómar í New York, sum vegna teirra kynsligu sannføring ella samleika, eru vorðin heimleys, og hava funnið nýggjan felagsskap við onnur gjøgnum dans, sokallaða voguing. Hetta er ein svenskt framleiddur filmur, sum verður nýttur sum undirvísingartilfar í londunum kring okkum. Eitt nú er filmurin partur av filmpedagogisk kategori hjá Svensk Filmsinstitut (SF) í Svøríki.
Síðan vóru framløgur við tveimum fyrilestrarhaldarum, sum báðar umboðaðu hvør sín minniluta. Tann eina var føroyska Cecilia Jacobsen, sum tosaði um hvussu tað var at vera happa allan sín barndóm, tí hon sum tvørkyndur føroyingar var øðrvísi enn hini skúlabørnini. Hon tosaði um, hvat happingin gjørdi við hana, hvussu hon megnaði at koma víðari og týdningin av at standa við hvør man nú einaferð er. Hin framløgan var frá Daniella Nahor úr Danmark, sum greiddi frá hvørjar avbjóðingar hon hevði sum jødi, og soleiðis ein átrúnaðligur minniluti í Danmark, og hvussu tað var at koma til landið sum flóttafólk, hvussu hetta hevur merkt hennara familju í fleiri ættarlið og hvussu tað var hjá henni sum jødi at vera gift við einum muslimi.
Í byrjanini og eftir tiltakið fingu tey ungu síðani nakrar spurningar, sum vóru viðkomandi fyri filmin og fyrilestrarnar. Tey ungu vóru biðin um at stilla seg á ein skala millum ja og nei, har ein strika varð merkt á gólvinum. Tey skuldu soleiðis stillaðu seg har, tað samsvaraði mest við teirra meining, uttan at siga nakað ímeðan. Hetta vóru stuttir og greiðir spurningar, sum snúðu seg um samleika, átrúnað, kynsliga sannføring og etnisitet.
Ført var fram í uppslagnum á Facebook, at børnini soleiðis vóru útsett fyri bólkatrýsti og kendu seg noyddan at svara tað eina ella tað annað. Mannagongdin var tann, at tað bleiv frá byrjan gjørt greitt, at tað var onki rætt ella skeivt svar. Tað gekk somuleiðis skjótt fyri seg, har tey fingu tíggju sekundir at svara, áðrenn farið var víðari til næsta spurning. Ongin var biðin um at grundgeva fyri hví tey stóðu, har tey stóðu.
Hetta er ein námsfrøðiligur arbeiðsháttur, sum verður nýttur í bæði fólka- og miðnámsskúlum í Danmark og øðrum vesturlondum. Arbeiðshátturin verður væl dámdur nevnliga tí, at hesin minkar um bólkatrýst við tað, at tey bert skulu svara ja ella nei við at stilla seg á eitt ávíst stað, uttan at vera noydd at argumentera fyri teirra meiningar og soleiðis kenna seg útstillaði.
Aðrar rættingar
Talan var somuleiðis um eitt frívillugt tiltak, har næmingarnir ikki høvdu møtuskyldu, og upplýstu flestu skúlarnar framhaldsnæmingarnar væl um hetta fría valið áðrenn tiltakið.
Nógv umtalaða uppslagið nevnir eisini fleiri ferð, at hetta var talan um eitt LGBT tiltak. Hetta er ikki rætt. Tað er FIMFF, sum var fyriskipari av tiltakinum, meðan LGBT Føroyar hvørki er partur av tiltakinum ella festivalinum sum heild.
Eisini varð rørt upp undir, at tiltakið í Norðurlandahúsinum var propaganda og ‘lada’ við tað, at tað bert varð lýst frá sjónarhorninum hjá minnilutabólkum, og tað soleiðis á onkran hátt manglaði mótvekt. Men innihaldið á hesum tiltakinum var ein mótvekt til vanliga gerandisdagin hjá næmingum í skúlunum og í samfelagnum annars, sum í allarflestu førum tekur útgangsstøði í tí stóra meirilutanum, sum hesir næmingarnar dagliga mynda og virka í.
FIMFF hevur serkunnleikan innan hetta økið og kann veita vitan og atgongd til ymiskar minnilutabólkar, sum vanligir fólkaskúlalærar ikki hava. Lógin um fólkaskúlan eggjar somuleiðis skúlum til at læra næmingar um ymiskar mentanir og at grunda undirvísingina m.a. á andsfrælsi, tollyndi og javnvirði. Av tí sama metur FIMFF, at tað er upplagt og sera væl hóskandi hjá framhaldsdeildum í Føroyum at taka av tilboðum sum hesum, og eru vit sera fegin um teir skúlar og lærarar, ið góvu sínum eldru næmingum henda møguleika.
FIMFF virkar fyri inklusjón og fjølbroytni
”Ættarlið programmið” hjá FIMFF, ið var á skránni síðsta fríggjadag, hevur til endamál at veita kunning og vitan til okkara ungdóm, sum kann skapa vón fyri eini framtíð, har vit fáa eitt enn meira fevnandi og fjølbroytt samfelag, har bæði meiriog minnilutabólkar kunnu kenna seg tryggar og inkluderaðar.
Vit í FIMFF vilja við hesum filmsfestivalinum arbeiða fyri at byggja brýr, skapa kjak og veita ymisk sjónarmið um minnilutar og aðrar marginaliseraðar samfelagsbólkar í Føroyum, Norðurlondum og kring heimin. Skulu vit kempa fyri inklusjón, tollyndi og mannarættindi í heiminum, er tað neyðugt, at øll verða bæði hoyrd og sædd. Festivalurin ynskir at skapa ein pall fyri øll, ið vilja víðka um sína vitan og sítt sjónarhorn umvegis film og list, og soleiðis gera tað eitt sindur lættari hjá føroyingum at kjakast um mentan, fólkasløg, átrúnað, kynsliga sannføring, uppruna, kynsligan samleika og onnur torfør og viðkvom evni.
- FIMFF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald