Havnar Arbeiðarafelag, Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag vóru í gjár á fundi við Føroya Arbeiðsgevarafelag, har partarnir handaðu sáttmálakrøv síni.
Sáttmálarnir hjá arbeiðarafeløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum ganga út 1. mai.
Arbeiðarafeløgini samráðast saman um nýggjan sáttmála, og sjálvar samráðingarnar byrja beint eftir páskirnar, mikudagin 8. apríl, skrivar Vinnuhúsið.
Føroya Arbeiðsgevarafelag samráðist um 40 sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum við umleið 20 fakfeløg, og samráðingarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í nýggju samráðingarrunduni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald