Innanlands

Fimm flokkar á Argjahamri í sóttarhaldi

Skúlin á Argjahamri er hart raktur av koronu í løtuni

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-02 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skúlin á Argjahamri er hart raktur av koronu í løtuni, og fyribils eru fimm flokkar á skúlanum farnir í sóttarhald.

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóri sigur við Útvarpið, at níggju næmingar í einum flokki eru smittaðir, men hon hevur ikki talið á, hvussu nógvir næmingar eru smittaðir tilsamans, tí tilburðir blíva við at vera lagdir afturat.

Teir fimm flokkarnir, sum eru sendir heim eru úr miðdeild og hádeild, og fáa teir í løtuni undirvísing umvegis netið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder