
Fimm av seks flokkum í løgtinginum taka undir við einari semju, sum sigur at Føroyar skulu skipast sum eitt sjálvstøðugt land. Allir flokkar uttan Sambandsflokkurin er við.
Og satt at siga er tilgongdin komin rættiliga langt. Samgonguleiðararnir Aksel V. Johannesen, Ruth Vang og Sirið Stenberg, vóru í kjaki á Frihedsbrevet hóskvøldið og greiddu frá.
Á samstarvsfundinum í Tinganesi týsdagin fram kunnaðu tey danir um breiðu semjuna.
- Tað, sum vit løgdu fram fyri donsku stjórnini var nøkulunda tað, sum eg greiði frá her. Vit søgdu hvørjar avbjóðingar vit hava í Føroyum, tað eru tær avbjóðingarnar, sum vit eru í samd um í Føroyum, at vit mugu loysa. Eitt er, at Grundlógin kann vera ein forðing í sær sjálvum, sambært Justitsministerienum (í Danmark, red), hin er, at teir felagsskapir, sum mann vil vera í, hava sum treyt, at tað eru sjálvstøðug lond, og ikki partar av londum, sum eru limir. Tí fáa vit ikki loyst tað, uttan at vit broyta karmarnar, sum vit eru í, saman við Danmark og Grønlandi, sigur Aksel V. Johannesen í kjakinum í Klubb33.
Og tí greiddu samgonguleiðararnir í Føroyum Mette Frederiksen og hinum topp-politikarunum frá, at tørvur var á nýggjum felagsskapi. Ella rættari sagt — tørvur er á, at Føroyar skulu skipast sum tjóð.
- Málið er at koma á mál í hesum valskeiðnum, men tað eru tveir partar, sum samráðast, og tí kunnu vit ikki lova, at vit fáa hetta ígjøgnum í hesum valskeiðnum. Men tað er málið. Og eydnast tað ikki, so eru tað fimm av seks flokkum, sum standa aftanfyri hetta og vilja hetta, og tí er tað sannlíkt, at málið ikki doyr við einum løgtingsvalið, sigur Aksel V. Johannesen.
Meira hoyrist í poddvarpinum Klubb33 hjá Frihedsbrevet.fo. Hald krevst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald