Uttanlands

Fimm fólk deyð í skottilburði í New York

Ein teirra er gerningsmaðurin, ið tók sítt egna lív eftir at hava skotið fýra fólk í einum háhúsi á Manhattan

(Mynd:EPA)

(Mynd:EPA)

2025-07-29 08:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra fólk, teirra millum ein 36 ára gamal løgreglumaður vórðu skotin til deyðis, tá ein maður fór at skjóta rundan um set í einum háhúsi á Park Avenue miðskeiðis á Manhattan í New York mánakvøldið, lokala tíð.

Tað upplýsti borgarstjórin í New York City, Eric Adams, á einum tíðindafundið tíðliga í morgun okkara tíð.

- Fimm sakleys fólk vórðu skotin. Vit mistu fýra teirra í eini meiningsleysari harðskapsgerð við skotvápnum, segði borgarstjórin.

Gerningsmaðurin er eyðmerktur sum ein 27 ára gamal maður úr Las Vegas. Eftir illgerðina skjeyt hann seg sjálvan.

Løgreglan heldur, at hann var einsamallur um gerðina.

Á tíðindafundinum segði ein av politiovastunum í New York, Jessica Tisch, at 27 ára gamli maðurin hevur verið undir viðgerð fyri sálarsjúku.

Enn er óvist hví hann framdi illgerðina.

- Vit kanna motivið og arbeiða við at skilja, hví hann valdi júst hetta staðið, sigur Jessica Tisch.

Løgreglan hevur almannakunngjørt mynd av manninum, har hann sæst fara inn í bygningin, vápnaður við eini M4-byrsu.

Háhúsið hýsir eitt nú National Football League, írska aðalkonsulátinum og skrivstovum hjá fleiri stórum peningastovnum, eitt nú stóra íløgugrunninum Blackstone. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder