Uttanlands

Fimm fólk deyð við korona í Hetlandi

Og í Orknoyggjum eru tvey fólk skrásett deyð við korona

Feiri av deyðstilburðunum hava verið á Wastviev røktarheiminum í Walls (Mynd: Google)

Feiri av deyðstilburðunum hava verið á Wastviev røktarheiminum í Walls (Mynd: Google)

2020-04-16 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fimm fólk eru nú deyð við koronavirus í Hetlandi, so talið av deyðum nú er komið upp á fimm hetlendingar.

Tað upplýsir stovnurin National Records of Scotland, NRS, sum ger upp tølini av deyðum eina ferð um ikuna. Í farnu viku øktist talið í Hetlandi við fýra.

Les eisini: Fyrsti hetlendingurin deyður við koronavirus 

Eisini Orknoyggjar eru álvarsliga raktar av virusinum. Sambært uppgerðini hjá BBC, eru tveir orknoyingar deyðir við korona.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder