Innanlands

Fimm íbúðir klárar til innflyting í Sandavági

Við nýggjastu íbúðunum hava Bústaðir nú 15 íbúðir í Vágum og 422 tilsamans

2023-02-14 10:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági, eru nú lidnar, og eru tær bodnar til leigu eftir bíðilistanum hjá Bústøðum.

Tað er Jákup á Stongum, arkitektur, sum hevur gjørt upprunaligu tekningarnar av íbúðunum, sum Seve og Norðhús hava bygt fyri Bústaðir. Verkætlanin er ment í góðum samstarvi við Vága kommunu.

Talan er um íbúðir á 81 fermetrar, sum eru samanbygdar í einari lon í einari hædd.

Staðsetingin er góð við útsýni oman yvir bygdina. Íbúðirnar hava gongd, køk/stovu í einum, tvey kømur, baðirúm og vaski-/tøknirúm. Til hvørja íbúð er úthús á umleið sjey fermetrar og terassa. Íbúðirnar verða hitaðar við jarðhita.

Góð parkeringsviðurskifti eru framman fyri íbúðirnar.

Kostnaðurin fyri at leiga íbúðirnar er 8.400 krónur um mánaðin, og kunnu fyrstu leigararnir flyta inn tann 1. mars.

Í Vágum hava Bústaðir frammanundan 10 íbúðir á tveimum staðsetingum í Sørvági; fimm íbúðir á Garðsvegi og fimm íbúðir undir Bólheyggi. Við hesum nýggjastu íbúðunum í Sandavági hava Bústaðir samanlagt 422 búeindir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder