Innanlands

Fimm klipp í Vágum

Løgreglan kannaði ferðsluna í Vágum í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-20 08:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánamorgunin var løgreglan úti og kannaði ferðsluna við skúlar í Vágum - Sørvágs skúla og Skúlanum á Giljanesi - og har vórðu fleiri mál skrivað.

Fimm bilførarar fingu bót og klipp fyri at koyra við børnum, sum annaðhvørt ikki sótu íbundin ella ikki sótu rætt íbundin.

Umframt hetta varð ein bilførari skrivaður fyri at koyra uttan trygdarbelti, og tvey vóru tikin fyri at koyra uttan førararætt. Tann eini var ein prutlførari, og hin var ein útlendskur bilførari, sum ikki hevði koyrikort, sum var galdandi í Føroyum.

Í Havn var eisini eitt lítið ferðsluóhapp, har ein bilførari ikki helt víkiskylduna og rendi á annan bil. Eingin fólkaskaði var tó, og bilarnir fingu heldur ikki nógvan skaða, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder