Kavarar, sum hava kannað vrakið av eini marglætisjátt, sum sakk norðan fyri Sisilia mánadagin, komu í gjár fram á fimm lík inni í vrakinum.
Sambært Daily Telegraph eru kendi kt-vinnulívsmaðurin, Mike Lynch og dóttir hansara, Hannað, millum tey, sum vórðu funnin.
Eitt lík varð funnið á sjónum mánadagin, so nú er tað bert eitt av fólkunum umborð, sum ikki er afturfunnið.
184 fót langa bretska játtin, Bayesian, sakk í eini ódn mánamorgunin meðan hon lá fyri akker umleið ein kilometrar út frá norðurstrond Sisilia. 15 fólk vórðu bjargað.
Les eisini: Bretskur milliardingur og dóttir hansara eru saknað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald