2023-03-04 11:55

Í februar varð søkt eftir nýggjum skúlastjóra til Skúlan við Streymin, og tá freistin var úti mikudagin, vóru fimm umsóknir komnar inn til starvið, skrivar Skúlablaðið.
Í Skúlanum við Streymin eru tilsamans 209 næmingar í 1.-10. flokki, íroknað ein serflokk við 12 næmingum. 28 lærarar, tríggir námsfrøðingar og fýra námsfrøðiligir stuðlar starvast í skúlanum, umframt heilsufrøðingur og húsavørður.
Síðan 2015 hevur Sonni Óli Djurhuus verið skúlastjóri í Skúlanum við Streymin. Nýggi skúlastjórin tekur væntandi við 1. apríl – ella skjótast gjørligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald