Fimm av teimum 33 valdu tingfólkunum eru spildurnýggj í landspolitikki. Tey eru:
A: Fróði Magnussen
B: Atli F. Johansen og Sunnvá Dahl Høgfeldt
C: Ben Arabo
E: Bjørg Brynhildardóttir Egholm
Hesi vóru toppskjúttar hjá flokkum sínum og topp-tíggju samanlagt
Sí øll valúrslitini her
Av hesum hevur bert Atli F. Johansen stilla upp til løgtingsval áður. Tað var í 2008.
![]()
Atli Johansen í skúlastjórasessinum við Gøtugjógv, har FM1 vitjaði hann í dag - samrøðan hoyrast á leinkjuni niðanfyri. Skjótt skal hann í Sambandssess í løgtinginum (Mynd: Pætur Nolseø)
Hoyr eisini: Á vitjan á Strondum og í skúlanum við Gøtugjógv
Bjørg Brynhildardóttir Egholm og Ben Arabo komu bæði inn við einum braki - blaðunga havnarkvinnan varð enntá fyrstnevnda á listanum hjá Tjóðveldi og sum yngst valda tingfólk í søguni. Bjørg og Ben vitjaðu FM1 í dag, og tað gjørdi Fróði Magnussen, stóra nýggja navnið hjá Fólkaflokkinum í høvuðsstaðnum eisini.
Video: Bjørg: - Lá til klokkan trý og royndi at svara boðum
Hoyr eisini: Nývaldir profilar skulu inn at gera mun
Sí eisini: Sunnvá Dahl Høgfeldt: - Tað er nærum óveruligt
Grímur Sundstein (A), Súsanna Bertholdsen (C), Jóhan Christiansen og Liljan Weihe (E) blivu øll beinleiðis vald á fyrsta sinni. Tey hava verið inni sum varafólk, føst varafólk ella landsstýrisfólk í júst farna tingskeiðið.
Harumframt er Bill Justinussen aftur á tingi - hesaferð fyri sín nýggja flokk:
Bill sum fólkaflokstingmaður: - Havi altíð verið borgarligur
Les eisini: Hesi fullu á løgtingsvalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald