2020-07-30 11:04
Ólavsøkuaftan var boðað frá, at seks sjómenn umborð á farmaskipinum Cassiopea, sum er skrásett í Litava, høvdu fingið staðfest koronasmittuna. Les meira her.
Nú eru fimm tilburðir staðfestir afturat, og eru sostatt 11 umborð á skipinum, sum eru staðfest smittað, upplýsir Faroe Agency, sum umboðar skipið í Føroyum, fyri Kringvarpinum í morgun.
Manningin á farmaskipinum er avbyrgd umborð og sleppur ikki í land.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald