2024-08-05 10:25
Tá freistin at søkja starvið sum stjóri á Skúlatrøð í Klaksvík var úti 1. august, vóru fimm umsóknir komnar inn, skrivar Skúlablaðið.
Vagn Foldbo, sum hevur verið skúlastjóri seinastu árini, er farin í annað starv, og tí varð søkt eftir nýggjum stjóra at byrja 1. september ella sum skjótast eftir tað.
Komandi skúlaár eru 751 næmingar innskrivaðir í 1. - 10. flokk á Skúlatrøð, og eitt sertilboð er eisini skipað við 56 næmingum. Starvsfólkaliðið á Skúlatrøð er um 80 ársverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald