
Í mars í fjør samtykti Løtingið einmælt løgtingslóg um Brekumboð. Talan var um eitt uppskot, ið táverandi landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, legði fyri tingið.
Sí eisini: Føroyar fáa nú eitt brekumboð
Við nýggju lógini fær landsstýrisfólkið, nú Eirikur í Jákupsstovu, heimild til at seta á stovn eitt Brekumboð, og eina nevnd, sum skal ráðgeva Brekumboðnum.
Verður sett í heyst - skrivstovan verður í Klaksvík
Talan verður um ein søguliga setan.
Sambært Kringvarpinum verður spildurnýggja eftir ætlan starvið sett 1. oktober og tíðaravmarkað í fimm ár.
Starvið varð lýst leyst í juli. KVF skrivar, at fimm umsóknir komu til starvið sum fyrsta brekumboð í Føroyum
- Starvið sum brekumboð verður fjøltáttað. Eingin áseting er tó um, at tilmælini frá brekumboðnum skulu fylgjast. Brekumboðið kann heldur ikki koma við revsitiltøkum.
Skrivstovan hjá Brekumboðnum verður í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald