
Eftir ólavsøkuna, ið savnaði stórar mannamúgvir, varð væntað, at talið av koronutilburðum fór at vera vaksandi í eina tíð. Men so varð ikki, og í roynd og veru fór talið av smittaðum skjótt niðureftir, sum vit komu inn í august.
Miðskeiðis í mánaðinum vóru bert tríggir aktivir smittutilburðir - ein mánaða frammanundan var talið heilt uppi á 132.
Mánadagin vórðu tveir tilburðir staðfestir í 1.296 kanningum - tað er eitt positivprosent á 0,15. Eingin tilburðir hevur verið síðani, og harvið eru framvegis seks smittað við koronu. Í gjár vórðu 940 kanningar gjørdar.
Samanlagt hava bert fimtan tilburðir verið staðfestir higartil hendan mánaðin. Næsti koronutilburðurin í Føroyum verður nummar 1.000 í røðini.
Til ber at síggja koronuhagøl á corona.fo ella á Portalinum
Les eisini:
Strika kravið um koronukanning við landamørkini
Mæla til kanning áðrenn fólk koma til landið
Sjúkraúusverkið hevur nýtt umleið 30 milliónir til koronukanningar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald