Innanlands

Fimti føroyingurin smittaður við coronavirusinum

Viðkomandi er komin við flogfari úr Edinburgh

Tað er Vágaportalurin, ið hevur borið tíðindini seint fríggjakvøldið - Heilsumálaráðið hevur ikki váttað tilburðin (Myndir: Jens Kr. Vang)

Tað er Vágaportalurin, ið hevur borið tíðindini seint fríggjakvøldið - Heilsumálaráðið hevur ikki váttað tilburðin (Myndir: Jens Kr. Vang)

2020-03-14 00:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stutt fyri midnátt skrivaði vp.fo, at ein persónur, ið er komin úr Skotlandi, er smittaður við coronavirusinum, og at hetta er staðfest í kvøld.

Viðkomandi var í einum flogfari, ið er komið úr Edinburgh. Greitt er ikki, nær persónurin er komin til landið, og heilsumyndugleikarnir hava enn ikki staðfest tilburðin.

Vágaportalurin skrivar, at talan er um ein mann, sum er úr Havn, og sum er yvir tretivu.

Viðkomandi er í sóttarhaldi nú, og hugsast kann, at nógv onnur ið hava verið í samband við hann eisini skulu tað.

Hetta er triði tilburður í Føroyum innan eitt samdøgur og tann fimti samanlagt. Fyri nøkrum tímum síðani kunngjørdi løgmaður, at flogferðslan verður skerd munandi, og at tað bert verður flogið til Danmarkar.

Les eisini: Landið skerjir alla flúgving
                 Fjórði tilburðurin staðfestur
                 Áleið 100 fólk í Klaksvík í sóttarhaldi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder