Innanlands

Finansiel Stabilitet fær 89 milliónir í endurgjaldi

Hægstirættur hevur dømt yrrverandi leiðsluni í Capinordic Bank at rinda endurgjald – men munandi minni enn Finansiel Stabilitet kravdi

2019-01-15 13:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hægstirættur í Danmark hevur í dag staðfest, at tríggir av oddamonnunum í Capinordic Bank, sum fór á húsagang í 2010, skulu rinda 89 milliónir króur tilsamans í endurgjaldi til Finansiel Stabilitet.

Hægstirættardómurin sigur, at teir tríggir, Claus Ørskov, fyrrverandi nevndarformaður, Lasse Lindblad, fyrrverandi nevndarlimur og Henrik Juul, fyrrverandi stjóri eiga ábyrgdina av at fleiri ábyrgdarleys lán vórðu latin.

Hetta er ein staðfesting av dóminum frá landsrættinum, skrivar Danmarks Radio.

Leiðslan varð annars fríkent í høvuðsákæruni móti ábyrgdarleysum bankarakstri yvirhøvur. Hetta hendi við Eystara Landsrætt í 2015. Tey vórðu kortini dømd til at rinda 90,5 milliónir fyri at hava góðkend níggju lán, sum eru mett at vera ábyrgdarleys. Báðir partar kærdu tá dómin fyri Hægstarætt.

Bankaleiðslan helt ikki dómin vera hóskiligan, og Finansiel Stabilitet var ikki nøgt við endurgjaldi, sum landsrætturin ásetti.

Tí hetta var næstan 310 milliónir krónur minni, enn tað, sum Finansiel Stabilitet rættarsøkti fólkunum í Caprinordic eftir.

Fyri at tryggja sær meira enn tær 90,5 milliónir krónurnar, skar Finansiel Stabilitet ákæruna undan viðgerðini í Hægstarætti. Í staðin fyri at rættarsøkja bankastjórunum fyri 40 ávís lán, varð Hægstirættur biðin um at taka støðu til 11 lán og endurgjaldskravið varð tí eisini lækkað úr 400 milliónum til 185 milliónir krónur.

Capinordic var ein lítil danskur íløgubanki, eisini róptur ’ríkmannabankin’, tí hann náddi ongantíð at fáa fleiri enn 40 kundar, alt ríkfólk. Bankin byrjaði sítt virksemi í 2006 og fór á húsagang fyrst í 2010.

Endurgjaldskrøvini lækka
Við hægstarættardóminum dag hevur Finansiel Stabilitet ikki fingið meira endurgjald enn landsrætturin dømdi, og tað má metast sum ein ósigur fyri uppruddingarfelagið, heldur Danmarks Radio. Hinvegin vunnu fyrrverandi bankamenninir heldur ikki, tí teir skulu framvegis rinda nøkulunda somu upphædd, sum landsrætturin dømdi teir at gjalda.

Rættarmálið um Capinordic er eitt av fleiri rættarmálum í kjalarvørrinum av fíggjarkreppuni tá fleiri bankar vóru á heysin, teirra millum danski parturin av Eik Banka.

Næsta mál er kærumálið mótvegis Amagerbank, har upprunaliga kravið hjá Finansiel Stabilitet var 900 milliónir krónur, men sum nú er lækkað til 375 milliónir, nú málið er tikið upp til viðgerð í Hægstarætti.

Eisini endurgjaldskravið mótvegis leiðsluni í Roskilde Banke er lækkað úr einari milliard til 350 milliónir krónur í sambandi við at málið varð kært til Hægstarætt, skrivar Danmarks Radio. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder