2024-08-08 10:38

Ungi finnhvalurin, sum svam seg upp á turt nærhendis Þorleikshöfn á suðurstrond Íslands í gjár, slapp út aftur í frælsið í gjárkvøldið.
Tá tað byrjaði at fløða aftur móti kvøldið kom meira lív í hvalin, sum bjargingarlið høvdu hjúklað um í allan gjár, eftir at hvalurin varð funnin strandaður um 11 tíðina fyrrapartin beint við smábátahavnina í býnum.
Les: Royna at bjarga strandaðum stórhvali
Tá flóðin kom, settu bjargingarfólkini ein enda á hvalin, so at hann kom á so mikið djúpan sjógv aftur, at hann kundi svimja út í frælsið.
Helst var talan um ein ungan hval ella kálv, skrivar íslendska ríkisútvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald